Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Tann 12. mai fer fyrsta føroyska altjóða KT-ráðstevnan av bakkastokki, og har er nógv á skránni! Spennandi fyrilestrar, básar, har fyritøkur vísa fram, workshops og ein pitch-kapping líknandi Løvens hule.

Valla finst eitt starvsøki í dag, uttan ávirkan av KT. Vit eru øll dagliga ávirkað ella partur av hesum økinum – frá umsorgnarøkinum til skúla, frá banka til barnagarð, frá list til sjómannin. So ella so er KT partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum.

Nýggja, slóðbrótandi og altjóða KT- og listaráðstevnan í Føroyum, Tonik, er tí snøgt sagt fyri øll!

Við omanfyri 20 fyrilestrarhaldarum, verður varpað ljós á nýggjastu rákini innan KT!

Fyri eina fyritøku er hetta tí eitt framúr høvið, at geva tínum starvsfólkum eina dagføring og eitt virðismikið innlit í tað, sum rørir seg innan KT fyri tíðina. Á hendan hátt eisini at geva teimum íblástur úr nýggjastu rákunum innan KT.

Úr rúgvuni av evnum, sum verða viðgjørd, kunnu nevnast; AI, People and Machines in the future og forvitnisligi fyrilesturin hjá Heina Zachariassen um Underdogs and Outsiders.

Tað eru Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo