Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn: Hann hevur tikið skamtalop í danska tónleikahválvinum, megnar at endurnýggja seg ferð eftir ferð, og nú er hann klárur til OY Voxbotn. Rímsmiðurin, ið hevur framført á óteljandi konsertum og festivalum, TOPGUNN kemur á Vágsbotn 2023!

Oliver Gammelgård er maðurin handan kunstnaranavnið Topgunn, og er hann eitt kent navn í danska tónleikaheiminum. Sum livetónleikari er hann sera eksplosivur og kann fáa sjálvt tann størsta kritikkarin at nikka við høvdinum, tá hann framførir síni dancehall, pop og rappløg.

Vit kunnu gleða okkum, tí Topgunn hevur hópin av hittum í sjáttuni. Millum hesi eru eitt nú Kongens Have, Tilbud, 6 Liter, Nik & Jay og lagið Lågsus For Evigt, ið hann hevur framleitt saman við Spektors og Tessa.

Framanundan er greitt, at eisini skotski Nathan Evens fer at seta lív í fjøldina í Vágsbotni, og í næstum verða nógv fleiri nøvn kunngjørd, tí Voxbotn 2023 verður heili 2 dagar.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn 23. og 24. juni 2023 er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, Eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo