Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyri 20undu ferð verða ársins leiðarar kosnir, ein innan tað almenna og ein innan tað privata. Endamálið við Leiðaradegnum er at seta leiðslu á breddan í Føroyum og at heiðra tey, ið hava skara framúr innan leiðslu. 

Øll kunnu tilnevna ársins leiðarar og nógvar góðar tilnevningar komu inn. Ein væl skikka dómsnevnd hevur arbeitt við at finna fram til hvørji eiga at vera í topp 3. Limir í dómsnevndini eru Ingibjørg Berg, Hedvig Johansdóttir og Johnny í Grótinum.

Ársins leiðari er tignarligasti heiður, ein leiðari í Føroyum kann fáa.

Dómsnevndin hevur nú peikað á topp 3 innan tað almenna og tað privata. 

Hesi eru í Topp 3 innan tað almenna – í stavrað fornavn:
Hákun Djurhuus, SEV
Jóngerð Guttesen, Roðin
Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum

TOPP 3 innan tað privata - í stavrað fornavn:
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri, Betri Trygging
John Eli Olsen, stjóri, El-service
Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen

Kjósanin verður stroymd á portal.fo kl. 16.45 fríggjadagin 26. januar
Fylg við á portal.fo kl. 16.45, tá Ársins leiðarar verða kosnir.

Skráin fyri Ársins leiðaradag 2024:
Suni Justinussen, Ársins privati leiðari 2023 | Setir dagin
Søren Schultz Hansen, vinnugranskari | Hvussu leiðir tiltrekkir, motiverar og fastheldur tú yngra ættarliðið?
Leif Abrahamsen, Ársins almenni leiðari | Úr skjáttuni
Elisa Vang | Stand Up
Marius Ziska | Frálíkir tónar
Martin Thorborg | Finn tín egna stíl og fá sukse sum leiðari
Kjósan av Ársins leiðarum 2024
Jubileumsveitsla | Húsagarður

Áhugin fyri jubileumsdegnum er sera stórur, nøkur fá pláss eru eftir.

Tekna teg og les alt um Leiðaradagin 2024 HER á heimasíðuni hjá Synergi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo