Fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu trýtur ráð
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2020, verður avdúkað kl. 16.15 á Leiðaradegnum, sum verður uppi á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar 2020.

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2020 valdir

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2020, hevur nú funnið fram til 3 sterk topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2020 sita Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands, Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa og Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya.

TOPP 3 í stavrað >>

Topp 3 kandidatar innan tað almenna

  • Gudmundur Joensen, Ítróttaháskúlin í Suðuroy
  • Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskupur
  • Johanna á Tjaldrafløtti, Húsarhaldsskúli Føroya

Topp 3 kandidatar innan tað privata

  • Árni Jakobsen, SMJ
  • Fróði Clementsen, Teldutænastan
  • Sunneva Háberg Eysturstein, Sirkus

Fríggjadagin 31. januar 2020 verður avdúkingin
Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar ur øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar. Høvuðsrøðari á degnum verður Christian Ørsted, kendur m.a. frá síni metsølubók “Livsfarlig Ledelse”. Hann arbeiðir nú uppá eina nýggja bók, ið viðger myturnar um broytingar á arbeiðsplássum, sum trívast millum leiðarar og okkum øll. Hetta fert tú at hoyra um á Leiðaradegnum 2020.

Stóra tema á degnum er “Fólk dáma ikki broytingar | Sannleiki ella myta?”.

Røðarir á skránni:

  • Hedvig Johansdóttir | Ársins almenni leiðari 2019
    Leiðaradagurin 2020 verður settur
  • Christian Ørsted | Leiðsluráðgevi og rithøvundur
    Fólk dáma ikki broytingar – Sannleiki ella myta?
  • Steinbjørn Hardlei | Rektari á Glasi
    Ástøðiligur brellbiti um broytingarleiðslu
  • Turið F. Arge | Rakstrarstjóri í BankNordik
    Tað er ikki líka mikið, hvussu tú fremur broytingar
  • Rune Green | Dramaturg & Humorist
    Hvussu brúka vit humor tá alt broytist?
  • Ársins Leiðarar 2020 verða kosnir

Áhugin fyri degnum er stórur.

Fá pláss eru tó eftir til Tapas hjá Katrinu, sum er endabresturin um kvøldið.

Les alt um Leiðaradagin 2020 her >>

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo