

Russland kann gerast eitt álopsmál, um ikki kríggið steðgar skjótt, ljóðar tað nú frá prominenta sjefredaktørinum, sambært TV 2.
Í toppinum á russisku propagandamaskinuni eru tey nú farin at ivast um ein sigur í Ukraina.
Sjefredaktørinnan í ríkisátta miðlinum Russia Today, Margarita Simonjan, hevur síðani kríggið byrjaði lovprísað russiska herinum og hótt NATO við morði og brandi um NATO legði uppí kríggið.
Men tann tíðin er farin.
Tí Ukraina gerst sterkari og sterkari við stuðlinum frá Vesturheiminum, og tað er sambært Simonjan bara ein spurningur um tíð, so kann Ukraina geva russarum í Russlandi harða mótstøðu, sambært TV 2.
Маргарита Симоньян предлагает отдать взятые города и уйти pic.twitter.com/W0Kconq8Wn
— war weary (@princdatskij) June 7, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo