Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Magnus Vatnhamar Olsen handaði systkinabarninum gávukekk og standmynd sum prógv um, at Sølvi var bestur í oktober - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tveir góðir vinmenn, systkinabørn og ídnir Víkingar, Sølvi Vatnhamar og Magnus Vatnhamar Olsen. Fotografurin á myndini er Sissal Lervig, marknaðar- og samskiftisfólk hjá IRF, har Magnus hevur sína dagligu gongd – Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Seinastu nógvu dystirnar hevur gingið rættuliga væl hjá okkum í Víkingi, og tað hevur eisini gingið væl við málskjótingini. At eg so eisini fáa hendan heiðurin, ger tað bara stuttligari.

Tað sigur Sølvi Vatnhamar, ið fekk flestar atkvøður, tá besti spælari í Betri Deildini í oktober mánaða skuldi veljast. Tá talt var saman, hevði miðvallargeneralurin hjá teimum ljósabláu og toppskjúttin í fremstu deildini hjá monnnum við 21 málum fingið 23 av 27 møguligum stigum.

Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum í oktober, vóru Odmar Færø úr KÍ, Adrian Justinussen úr HB, og tveir av liðfeløgunum hjá Sølva, Ingi Jonhardsson og Olaf Bárðarson.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánaða. Fyri heiðurin fekk Sølvi Vatnhamar handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri.

Hesaferð var tað ein av ídnastu Víkingafjepparunum og systkinabarn Sølva, Magnus Vatnhamar Olsen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.

Tveir góðir vinmenn, systkinabørn og ídnir Víkingar, Sølvi Vatnhamar og Magnus Vatnhamar Olsen. Fotografurin á myndini er Sissal Lervig, marknaðar- og samskiftisfólk hjá IRF, har Magnus hevur sína dagligu gongd – Mynd: Hans Erik Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo