Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á tiltakinum verða fleiri stuttar framløgur frá vinnulívsfólkum úr spennandi føroyskum fyritøkum. Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, er ein teirra

Á tiltakinum verða fleiri stuttar framløgur frá vinnulívsfólkum úr spennandi føroyskum fyritøkum. Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, er ein teirra

Á tiltakinum verða fleiri stuttar framløgur frá vinnulívsfólkum úr spennandi føroyskum fyritøkum. Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, er ein teirra

Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 1. september verður Vinnuforum í Kongshøll. Evnið hesuferð er vinnulív í Tórshavnar kommu nú kommunan skal hava ein orðaðan vinnupolitikk.

Á tiltakinum verða fleiri stuttar framløgur frá vinnulívsfólkum úr spennandi føroyskum fyritøkum. Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, er ein teirra. Guðrun fer undir heitinum ‘Export av Vaglinum’ at hugleiða um Føroyar og Tórshavn sum ferðamannaland– og bý, og um hvønn týdning stimbran av ferðavinnuni hevur fyri vinnulívið.

Tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið sum skipa fyri vinnutiltakinum Vinnuforum, har lagt verður upp til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.

Tiltakið endar við einari móttøku, har høvi verður at fáa eitt prát við viðkomandi starvsfólk í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.

Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.

Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Melda til tiltakið her: https://forms.office.com/e/KThRJvWtaF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo