

Tórshavnar kommuna er við á Jobmatch í Norðurlandahúsinum, sum er í frá klokkan 12-18.
Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuni:
- Kom og vitja okkum á bási #1 í forhøllini í Norðurlandahúsinum.
- Hjá okkum kanst tú fáa eitt prát um fjølbroytta fakliga umhvørvið í Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna er størsta arbeiðsplássið í Føroyum. Vit eru 2070 fólk, sum starvast innan nógv ymisk fakøki.
- Ert tú undir útbúgving, er Jobmatch eisini eitt gott høvi hjá tær at kanna møguleikarnar fyri starvsvenjing ella at skriva høvuðsuppgávu hjá okkum. Vit gleða okkum at hitta teg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo