Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2016/2017.

Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2010 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, verða biðin at siga frá týsdagin 19. ella mikudagin 20. januar 2016.

Innskriving til skúlarnar í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum er í Reinsarínum.

Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.

Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.

Forskúli
Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúla í Sankta Frans skúla ella i forskúla í Skúlanum á Argjahamri, verða eisini biðin at siga frá í Reinsarínum týsdagin 19. ella mikudagin 20. januar 2016.

Innskrivingin
Skúlarnir í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum

 Skúlin á Argjahamri (1.fl. og forskúli)
 Skúlin á Fløtum
 Sankta Frans skúli (1.fl. og forskúli)
 Eysturskúlin
 Hoyvíkar skúli
 Skúlin við Løgmannabreyt

Innskrivingin er í Reinsarínum týsdagin 19. og mikudagin 20. januar, báðar dagarnar kl. 15.00-18.00.

Havið avrit av dóps-/navnabrævi við og p-tal við.

Eisini ber til at ringja á Reinsaríið somu tíð á telefon 214140.

Kollafjarðar skúli
Innskrivingin í Kollafjarðar skúla verður í skúlanum mikudagin 20. januar kl. 15.00.

Kaldbaks skúli
Innskrivingin í Kaldbaks skúla verður í skúlanum mikudagin 20. januar kl. 17.00-18.00 ella á telefon 302520/213937.

Velbastaðar skúli
Innskrivingin í Velbastaðar skúla verður í skúlanum týsdagin 19. januar kl. 15.00-16.45 ella á telefon 302505/228607.

Nólsoyar skúli
Innskrivingin í Nólsoyar skúla verður í skúlanum mikudagin 20. januar kl. 17.30-19.00 ella á telefon 302465/217001.

Frítíðarskúlin
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, verða innskrivað í Reinsarínum / skúlanum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til frítíðarskúlan í Snarskivuni, á heimasíðuni hjá kommununi www.torshavn.fo ella á telefon 302010.

Upplýsingar í smb. við innskriving
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við og p-tal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo