Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Verkætlanin skal millum annað greina týdningin av luttøku í felagslívi og samstarvi millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Tórshavnar Kvøldskúli er við í nýggjari Nordplus verkætlan, ið skal styrkja og menna samstarvið millum Grønland, Danmark og Føroyar.

Verkætlanin, sum hevur fingið heitið Nordplus Vaksin, leggur dent á týdningin, sum feløg og felagsskapir hava fyri samfelagið, lokalt og landanna millum. Eitt nú, tá ið um ræður mentan, útbúgving, sosial viðurskifti og virkna luttøku í felagslívi og felagsskapum.

Ætlanin við verkætlanini er at menna kunnleikan og tilvitskuna um sosiala inklusjón, um demokrati, samborgaraskap og fólkaræðisligar mannagongdir og um burðardygga umhvørvismenning. Verkætlanin byggir í stóran mun á tankarnar um fólkaupplýsing í breiðastu merking.

Tað er í hesum sambandi, at londini hava funnið saman um verkætlanina, sum næstu tvey árini skal gera tað lættari at læra av royndum hvør hjá øðrum og samstarva tvørtur um landamørk.

Tórshavnar Kvøldskúli umboðar Føroyar í verkætlanini og hevur samskipandi leiklutin at kanna og greina støðuna og lodda dýpið millum felagsskapir í Føroyum. Talan kann vera um bæði størri og smærri felagsskapir innan ítrótt, mentan, útbúgving og skúlaskap og mangt, mangt annað.

Málið er at samansjóða felagsskapir og fáa vitan til vega um felagslív í Føroyum, og hvussu virknir føroyingar eru. Vitanin skal leggja lunnar undir føroyska íkastið til verkætlanina og norðurlendska samstarvið frameftir.

Fundur í Føroyum
Í sambandi við verkætlanina verður skipað fyri norðurlendskum fundi í Føroyum í døgunum 6. og 7. juni. Tá fara umboð fyri luttakandi londini, umframt Ísland og Noreg, at viðgera spurningar, sum hava týdning fyri verkætlanina og norðurlendska samstarvið sum heild. Eisini fara umboðini at viðgera, hvussu samstarvið kann mennast og víðkast framyvir.

Eitt av málunum við verkætlanini er at skapa og skipa ein felags pall, so londini lættari kunnu samskifta og deila vitan sínámillum. Talan verður helst um okkurt slag av heimasíðu og vanga á sosialum miðlum. Harumframt er ætlanin at hava árligar fundir og ráðstevnur.

Tað verður leiðarin á Tórshavnar Kvøldskúla, Jógvan Sørin Hansen, sum fer at umboða Føroyar á fundinum í juni.

Fundurin verður í hølunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla í J.H. Schrøtersgøtu í Havn.

FAKTA:

Tey, sum vera við á fundinum í Føroyum í juni eru hesi:

Umboð fyri Nukaka í Grønlandi. Nukaka er savnandi felagsskapurin fyri søvn av ymsum slagi í Grønlandi.

Umboð fyri Interfolk í Danmark. Interfolk er felagsskapur, sum virkar fyri fólkaupplýsing og hevur røtur til grundtvigska hugsjón og mentan.

Umboð fyri DFKS í Danmark. DFKS er felagsskapur, sum umboðar bróðurpartin av felagsskapum, ið virka fyri fólkaupplýsing fyri sjálvboðin á mentanarliga pallinum.

Umboð fyri Husavik Academic Center í Íslandi. Tað er felagsskapur, sum virkar fyri lívlangari læring og umfatar eitt nú hægri lærustovnar og tvørfakliga gransking í norðureystur økinum í Íslandi.

Umboð fyri Vestvågøy kommunu í Lofoten, Noregi. Vestvågøy er fólkaríkasta kommuna í økinum og stuðlar eitt nú mentanar-, ítróttar- og frítíðarlívi í breiðastu merking.

Og umboð fyri Tórshavnar Kvølskúla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo