Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tilmeldingin til koyrikort til lítið prutl (Bólkur AM  15 ár 30 km/t) byrjar mikudagin 22. november kl. 14.00.

Treytin fyri at melda seg til hetta skeiðið er, at næmingurin er fyltur 15 ár, tá ið skeiðið byrjar.

Tilmeldast og gjaldast skal á heimasíðu kvøldskúlans www.kvoldskulin.fo.

Skeiðið er 35 undirvísingartímar, ávíkavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring og 8 tímar í fyrstuhjálp.

Fyrstu undirvísingardagar í teori eru mikudagin 29. november og mikudagin 6. desember kl. 16.00 til 19.30. Ikki er neyðugt hjá næmingunum at hava prutl við nevndu dagar.

Til venjingarkoyringina skal næmingurin hava prutl og hjálm við. Prutlið skal vera skrásett og í lógligum standi. Til venjingarkoyringina fær næmingurin loyvi frá Akstovuni til koyring millum heim og undirvísingarstað, hesum skipa undirvísararnir fyri.

Heitt verður á foreldur ella verja at kanna, um tryggingarviðurskiftini eru í lagi.

Skeiðið í fyrstuhjálp verður hósdagin 30. november og hósdagin 7. desember frá kl. 16.00 til 19.30.

Skeiðið kostar 900 kr. Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísingartilfar og fyrstuhjálparskeið  (Teoriroynd og verkligari roynd tekur Akstovan sær av).

Borgarar í Tórshavnar kommunu hava framíhjárætt til skeiðið, men eru pláss eftir, eru aðrir borgarar eisini vælkomnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo