Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Vigo í Spania í døgunum 18.-22. september 2023. NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%.

Á ársfundinum verður støða tikin til mest loyvdu veiðu, stytt MLV, fyri tey fiskasløg, sum eru í NAFO økinum. Hetta verður gjørt við støði í vísindaligu tilmælunum frá NAFO Vísindaráðnum. Eisini verða onnur mál viðgjørd, eitt nú eftirlit, økisfriðingar, frágreiðingar og uppskot frá sáttmálapørtunum.

Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi seinnu árini, síðan latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Útlitini fyri komandi tvey árini eru jalig. Vísindaráðið í NAFO væntar, at líkindi eru fyri, at bæði toskastovnurin og gýtingarstovnurin fara at vaksa, ella eru støðugir, um veiðitrýstið heldur seg undir burðardygga fiskimarkið. Sambært Vísindaráðnum ber til at fiska rættiliga nógv meira enn í 2023, tá MLV varð sett til 6.100 tons.

Limalondini eru sum heild samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðutrýst. Hvussu varligt veiðutrýstið skal verða, eru limalondini tó ikki altíð samd um. Í tráð við vísindaliga tilmælið, eydnaðist tað at semjast um at seta MLV til 11.708 tons fyri 2024. Tað er ein hækking á góð 92%. Føroyska toskakvotan verður sostatt 2.617 tons. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 193 tons og fyri kongafisk 69 tons.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg, og limalondini vóru samd um at halda á fram við veiðubanninum á bæði Flemish Kap og Grand Bank. Rækjurnar á Flemish Kap verða umsitnar við fiskidøgum. Vísindaráðið hevur í fleiri ár mælt til at fara frá fiskidagaskipanini, tí hon elvir til eitt ov høgt veiðutrýst. Ein nýggj skipan við kvotum og MLV hevur javnan verið umrødd og var eisini á skrá hesu ferð. Tað eydnaðist ikki limalondunum at semjast um eina nýggja umsitingarskipan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo