Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Felagið Blóðgevi: Mikudagin 10. apríl 2024 hevði Felagið Blóðgevi aðalfund. Á aðalfundinum fingu tríggir blóðgevar gávu frá Felagnum Blóðgeva, tí teir høvdu latið blóð 75 ferðir. Teir tríggir eru: Tóri Nattestad, Kristian Dahl og Johan Poulsen. Felagið fer við hesum at takka teimum trimum fyri teirra trúfesti sum blóðgevar.

Á aðalfundinum stóðu 3 nevndarlimir fyri vali, og vóru teir afturvaldir. Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis. Formaður gjørdist Claus Reistrup. Joan Petersen gjørdist næstforkvinna, og Øssur S. Egholm kassameistari. Tóra Holm Jacobsen og Vilhelm í Skálanum eru nevmdarlimir.

Á myndini síggjast frá vinstru hesi: Joan Petersen, næstforkvinna í felagnum. Síðani Tóri Nattestad, Johan Poulsen og Kristian Dahl. Hesir tríggir fingu gávu frá Felagnum Blóðgeva. Til høgru stendur Claus Reistrup, formaður í felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo