Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fólkakirkjan: - Nú, ið eg eri komin aftur til Eiðis, kenni eg meg av sonnum endurnýggjaðan, sigur Jonhard Jógvansson. Dagliga er Jonhard prestur í Eiðis prestagjaldi, har hann hevur ábyrgd av kirkjunum á Eiði, við Gjógv, í Funningi og á Norðskála.

Árliga, um ein kann siga tað so, er hann eisini nógv upptikin við at skriva prædikur og halda gudstænastur á jólum og um nýggjárshalguna.

Men so kemur altso møguleikin hjá honum og øðrum prestum at fara á Hotel Norð á Viðareiði til nakrar dagar í januar. Her er ikki neyðugt at hugsa um næstu prædiku, men her snýr alt seg hinvegin um at taka ímóti, vera í kvirru og njóta friðin og vøkru náttúruna.

- Ókey, greiðir Jonhard frá. - Tað var ikki meiri friður enn so, tí vit hoyrdu eisini sang undir teimum avbera góðu máltíðunum, sum vit fingu. Og so slapp eg haraftrat at vera plátuvendari hesar dagarnar, tá eg fyri tað valdi at spæla stillan gregorianskan kirkjusang.

- Hesin tónleikurin hóskar seg sera væl til eitt slíkt høvi, har alt snýr seg um kvirru og djúphugsan, leggur hann aftrat.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo