40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Áhugin fyri at smugla hassj til Føroya er stórur, og politi og tollvald fáa javnan fatur á fólki, sum hava í hyggju at selja hassj á føroyska marknaðinum. Innanfyri 2 vikur í tíðarskeiðnum frá 2. apríl til 15. apríl 2023 vóru 3 útlendingar tiknir fyri at smugla hassj til Føroya.

Tá størri nøgdir av rúsevnum verða smuglaðar til Føroya er vanligt, at ákæruvaldið framstillar smuglaran í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti við tí endamáli, at viðkomandi verður varðhaldsfongslaður. Hetta kann m.a. vera fyri at tryggja, at viðkomandi er í Føroyum, til málið kann endaliga avgreiðast.

2. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya úr Keypmannahavn. Tað vísti seg, at maðurin smuglaði uml. 200 gram av hassji innvortis. Maðurin, sum var úr Moldova, var longu 3. apríl dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin bleiv samstundis útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í 3 ár.

14. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya við Norrønu. Maðurin, sum er dani, kom við bili og hevði goymt uml. 1 kg. av hassji í bilinum. Maðurin bleiv 12. mai dømdur 60 daga mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

15. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya úr París. Maðurin, sum eisini smuglaði hassj innvortis, hevði, tá til stykkis kom, svølgt 480 gram av hassji. Maðurin, sum var úr Spania, bleiv 1. mai 2023 dømdur 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Eisini hesin maðurin bleiv útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í 3 ár. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo