Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Veðrið má sær sjálvum ráða, og tað gongur onkuntíð út yvir fótbóltin. Myndir er frá einum venjingardysti í vetur, sum varð spældur undir Mýruhjalla á Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

Veðrið má sær sjálvum ráða, og tað gongur onkuntíð út yvir fótbóltin. Myndir er frá einum venjingardysti í vetur, sum varð spældur undir Mýruhjalla á Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

Veðrið má sær sjálvum ráða, og tað gongur onkuntíð út yvir fótbóltin. Myndir er frá einum venjingardysti í vetur, sum varð spældur undir Mýruhjalla á Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Mikukvøldið 3. apríl var fremsta kvinnulið hjá EB/Streymi á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík, har 1. deildardystur ímóti KÍ var á skránni. Men tá liðini skuldu út til seinna hálvleiki avgjørdi dómarin at slíta dystin.

So mikið nógvur kavi var lagstur á vøllin, at dómarin metti ikki at tað var spælandi. Støðan var tá 1-0 til heimaliðið.

Tríggjar dagar seinni, leygardagin 6. apríl, var aftur ótespiligt veður, og tað argaði serliga tveir fótbóltsdystir.

Við Løkin í Runavík møttust NSÍ og FC Suðuroy í 1. deild hjá monnum, og tá tíggju minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki varð dysturin floytaður av vegna veður. Støðan var tá 3-1 til NSÍ.

Nógvi vindurin gjørdi eisini um seg undir Mýruhjalla á Skála, har 2. deildardystur hjá monnum millum Skála og Víking var á skránni. Eftir 62 minuttir, við støðuni 5-1 til heimaliðið, varð dysturin avblástur.

Í lógarverkinum hjá FSF stendur:
Grein 34 / Stk. 2. Um dómarin heldur, at vøllurin er í slíkum standi, at at tað kann vera vandamikið at leika á honum, kann hann gera av, at dysturin ikki skal verða leiktur. Dómarin kann, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í ein tíma. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast aðalskrivstovuni, sum ásetur nýggjan dyst.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur viðgjørt omanfyri nevndu dystir, og niðurstøðan er, at allir dystirnir verða spældir av nýggjum.

Um feløgini semjast um nýggjan leikdag, skal hetta fráboðast aðalskrivstovu FSF’s innan 14 dagar. Um tey ikki semjast, ásetur aðalskrivstovan nýggjan leikdag.

Vert er at nevna, at dysturin í 1. deild hjá kvinnum millum KÍ og EB/Streym var spældur í gjárkvøldið, hósdagin 11. apríl. Úrslitið gjørdist 3-0 til KÍ.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo