Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Undirvísingarstýrið skal í næstum taka støðu til tvær ítøkiligar umsóknir um at seta á stovn móttøkuflokk. Harumframt er ein onnur umsókn til viðgerðar, men hon hevur ikki nokk av næmingum til at lúka treytirnar. Kunngerðin, ið umrøður undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur, at minsta næmingatalið at stovna móttøkuflokk er sjey næmingar.

- Um hendan umsóknin skal verða ítøkiliga viðgjørd, eiga skúlin og kommunan, ið talan er um, fáa samstarv í lag við annan skúla ella aðra kommunu, fyri at fáa treytirnar viðvíkjandi næmingatalinum uppfyltar. Tað hevði verið ynskiligt, at kommunur/skúlar tóku seg saman at skipa móttøkuflokkar, tí tað hevði gjørt tað lættari at givið næmingunum nøktandi tímatal, og at fingið lærarar við føroyskum sum annaðmáls-útbúgving at undirvíst fleiri tímar innan økið, sigur Jónleif Johannesen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, við Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo