Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nes kommuna: Um vikuskiftið vórðu tríggjar kvinnur heiðraðar, tá ið kommunan skipaði fyri jólaborðhaldi fyri starvssfólkunum.

Turid Hansen fyri 20 ár, Súsanna Skoradal fyri 20 ár og Karina Olsen fyri 25 ár í starvi hjá Nes kommunu. Tær arbeiða allar í Barnagarðinum á Svangaskarði.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava trúgv fólk á dagstovnunum, sum ár eftir ár, dag og dagliga gera sítt allarbesta fyri at fáa røkja sína uppgávu.  Hetta verður virðismett sera høgt.

Borgarstjórin takkaði teimum fyri  sera gott samstarv millum ár og dag, fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti teimum framhaldandi blíðan byr og handaði teimum gávur og blómur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo