Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Kasper Schmeichel og Teitur Matras Gestsson eftir dystin millum Danmark og Føroyar í Herning í oktober mánað í fjør - Mynd: Hans Erik Danielsen

Kasper Schmeichel og Teitur Matras Gestsson eftir dystin millum Danmark og Føroyar í Herning í oktober mánað í fjør - Mynd: Hans Erik Danielsen

Kasper Schmeichel og Teitur Matras Gestsson eftir dystin millum Danmark og Føroyar í Herning í oktober mánað í fjør - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Ein stór avbjóðing bíðar føroyska A-landsliðnum við monnum, sum seinni í kvøld skal takast við Danmark á Tórsvølli. Talan er um fimta umfar í undankappingini til HM 2022, og eftir fýra dystir eru danir fremst við 12 stigum, meðan Føroyar hava 1 stig.

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur framt tríggjar broytingar millum teir fyrstu ellivu, í mun til teir, ið venjarin sendi á vøllin frá byrjan farna mikukvøld, tá ísraelar fóru av Tórsvølli við einum 4-0 sigri í viðførinum.

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Rene Shaki Joensen, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø og Gilli Sørensen. Miðvøllin manna Meinhard Olsen, Brandur Olsen, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

Teir, ið sita klárir at koma inn, eru Gunnar Nielsen, Mattias Lamhauge, Heini Vatnsdal, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Hørður Askham, Petur Knudsen, Tróndur Jensen, Jákup Andreasen, Klæmint Olsen, Andreas Lava Olsen og John Frederiksen.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Danmark byrjar klokkan 19:45. Øll tey umleið 5.000 atgongumerkini til dystin eru seld, og FSF heitir tískil á fólk um at møta í góðari tíð, so sleppast kann undan ov longum bíðirøðum við inngongdirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo