Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Bretsku filmsummælararnir, Chris Olson og Brian Penn, eru hugtiknir av føroyska stuttfilminum, Trøllabeiggi, hjá Gudmundi Helmsdal Nielsen, sum teir hava sæð á filmstevnu.

Tað er ikki orð fyri, hvussu hugtiknir teir eru av filminum, kenslustyrkini hann gevur hyggjaranum, og Føroyum sum upptøkulandi til film.

Báðir rósa filmiska arbeiðinum, tí autentiska í søguni, og nevna Lord of the Rings tá umræður locations.

- Hóast stuttur førdi filmurin meg heilt burtur í annan heim, sigur annar ummælarin.

- A great way to promote the Faroe Islands, siga teir báðir, sum eisini visa til ein triðja ummælara, Patrick Foley, sum í mars gav sama filmi fult stigatal.

Christ Olson og Brian Penn hoyrast á Spotify frá 40:40 til 48:40 (trýst her)

Ummælið hjá Patrick Foley kann lesast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo