Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Búskaparráðið: Føroyar hava í longri tíð havt søguliga lágt arbeiðsloysi og ein stór avbjóðing fyri búskapin er trot á arbeiðsmegi, eisini fram í tíð. Demografiska gongdin í Føroyum við veksandi tali av eldri fólki hevur við sær, at tørvurin á millum annað eldrarøkt, økist í framtíðini. Hetta fer at krevja ein enn størri starvsfólkahóp. Búskaparráðið metti á vári 2021, at tørvur fer at verða á 1.900 fleiri starvsfólki innan eldrarøkt, sjúkrahúsverið og almannaverkið í komandi tíðum. Sostatt er líkt til, at trotið á arbeiðsmegi verður ein trupulleiki mong ár fram.

Tá ið bæði privata vinnan og tað almenna mangla arbeiðsmegi, er tað ikki skynsamt at hava serskipanir, sum eru við til at minka um arbeiðsútboðið. Búskaparráðið mælir til, at serskipanin, sum gevur skattligan fyrimun hjá millum annað handverkarum at arbeiða uttanlands, eigur at vera avtikin. Hon er ikki til gagns fyri føroyska samfelagið, tá ið tað er stórur eftirspurningur eftir skikkaðari arbeiðsmegi í millum annað byggivinnuni í Føroyum.

Onnur dømi uppá serskipanir er millum annað sjómannafrádrátturin og fiskavirkisskipanin. Fiskavirkisskipanin er við til at fasthalda arbeiðsmegi í vinnum, sum ikki kann veita starvsfólkunum arbeiði árið runt. Harumframt tálmar forðingin við ikki at kunna landa uttanlands, somuleiðis tillagingum til produktivitetsvøkstur, tí forðingin virkar sum vinnuligur stuðul til fiskavirking á landi. Slíkar serskipanir eru almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg av sær sjálvum. Slíkur almennur stuðul viðvirkar til at fasthalda arbeiðsmegi í eini ólønsamari vinnu.

Umframt at avtaka serskipanir, sum eru við til at minka um arbeiðsútboðið, eiga politisku myndugleikarnir at arbeiða fyri at fremja nýskipanir, sum økja um arbeiðsútboðið í Føroyum, til dømis at økja pensjónsaldurin. 

Les alla frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo