Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað virkar væl og verður møguliga mett sum ein sjálvfylgja, at kirkjan er opin. Trúfastir tænarar røkja sítt kall og sín lut hvønn sunnu- og halgidag. Hetta er ein ósvikaliga trygg skipan, og hin einstaki tænarin er trúfastur og nærlagdur.

Kirkjan er Guðs halgidómur og menniskjans griðstaður. Sum gudshús hevur kirkjan eitt tvíliðað endamál: a) at boða Guðs orð í talu og verki, sálmum og bøn. b) at vera heimstaður og friðskjól hjá einum staðbundnum parti av savnaði Harrans.

Hóast fólkakirkjan er tann størsta kirkjan í landinum, er hon einans ein partur av tí samlaða hópinum av Guðs børnum í alheims kirkjuni.

Tann evangelisk lutherska fólkakirkjan er evarska lítil í altjóða høpi.

Jú, kirkjan virkar væl, tí vit eru bundin saman í Jesusi sum Harra og frelsara. Tað er alneyðugt, at vit í fólkakirkjuni minna á og verða mint á, at kirkjulívið hevur sítt tilverugrundarlag í Jesusi Kristi.

Tað er av Guðs náði og vegna sáttargerð Jesu Krists, at vit við Heilaga Andans hjálp kunnu tæna Harranum og vera menniskjum til hjálp og signingar.

Gudstænastan er staðið, har vit fáa fylt okkara andaligu goymslur við lívsins orði, friði og gleði. Tann andaliga áfyllingin eigur at síggjast og merkjast uttanfyri tann vígda bygningin til gleði og signing fyri fólkið og nærumhvørvið.

Kirkjan er kallað at vera ein signingar løkur, ið ger okkum andaliga rík og búgvin. Ger okkum tilvitað um jørðildið, vit liva í, so vit síggja tann sosiala og menniskjansliga tørvin hjá medmenniskjum okkara. Ger okkum síggjandi, so vit varnast støðuna úti í heimi og hjálpa til eftir førimuni.

Jú tað gongur væl í kirkjuni, hóast hon hevur sínar avbjóðingar. Tað er ein stór fjøld av kvinnum og monnum, ið dugna kirkjuni gerandisligt og heilagt. Tænasturnar eru ymiskar, og náðigávurnar fjølmangar.

Hjá okkum – hinum einstaka – ræður um at finna tað økið, har Harrin ynskir, at vit skulu virka og tæna. Guðs heilagi andi vegleiðir okkum ávegis til hesa sannkenning og støðutakan. Øll kunnu virka fyri Harran við teimum evnum og gávum, ið vit fingu at umsita.

Í andaligum verki er talan um at vera. Ikki einans avrika ella verða. Hjá nøkrum menniskjum vendir kallið og tænastan inneftir, til tess at onnur kunnu virka úteftir. Eingin okkara er nyttuleys ífylla.

Áðrenn tær klassisku tænasturnar verða nevndar, er vert at umrøða bønina. Tað er ein heilag tænasta at fara í bøn til Harran og vera ein biðjandi kristin.

Biðjandi menniskju hugsavna seg t.d. í kvirru í kirkjuni ella í samkomu. Tey sita heima við hús yvir eini opnari Bíbliu. Tey liggja á knæ framman songarstokkin og tala við lívsins Guð. Tey ganga úti í tí fríu náttúruni og njóta skapanarverkið, meðan bønin søkir ásjón skaparans. Tey ganga stillisliga um hurðarnar.

Hinvegin merkist kraftin í bønini væl hjá teimum, ið biðið verður fyri. Vit eru nógv, ið kunnu vitna, at biðjandi brøður og systrar bóru okkum løtur og dagar á bønarinnar veingjum. Bønin er andadrátturin í øllum kristnum verki.

Tær klassisku tænasturnar – deknur, urguleikari og klokkari – eru berandi í kirkjunnar virksemi við atliti at gudstænastuni og teimum kirkjuligu tænastunum. Úti á bygd vitjar prestur av givnum orsøkum ikki so ofta hvørja kirkju sum t.d. í høvuðsstaðnum. Deknurin við lestrarfjøl er varafólk hjá presti.

Vit tilkomnu, ið vuksu upp úti á bygd, sóu einans sóknarprestin nakrar fáar ferðir um árið. Tá var talið av prestum lægri, og vegakervið var ikki so væl útbygt sum nú.

Tær ymisku tænasturnar í kirkjuni eru ein samanbundin eind, og arbeiðsbýtið er væl skipað. Presturin er hirðin hjá kirkjuliðnum. Saman við trúføstum tænarum ambætar presturin fylgið. 

Í kirkjuni ræður tað ikki um at svara spurninginum, hvør er hægstur ella lægstur, størstur ella minstur. Øll tílík hugsan rakar við síðuna av kristindómsins aðalmáli. Tað er einans ein Meistari, Jesus Kristus.

Allar tænastur í kirkjuliðinum eru stórar og týdningarmiklar. Tað finst eingin lítil tænasta í Jesu navni, tí hin minsti er størstur, hin fyrsti seinastur, hin lágt setti verður boðin longur fram at sita.

Hóast vit eru signað við dugnaligum prestum, vóru tað kirkjutænararnir í Sjóvar kirkju, ið breyðføddu mína barnatrúgv. Andaliga føðin strekti væl til dagin og vikuna. Tá ið so prestur vitjaði, og altarborðið var búgvið, var av sonnum hátíð.

Lesturin, sálmarnir og kirkjuklokkan eru bulurin í fólkakirkjunnar gudstænastuskipan. Júst henda tænastan ger tað møguligt, at flest allar kirkjurnar í landinum kunnu hava gudstænastur sunnu- og halgidagar.

Tá ið bulurin er rótfestur í haldgóðari jørð, og lendið er burðardygt, eru góðar fortreytir fyri andaligum lívi og vøkstri menniskjum til signingar og Guði til heiðurs.

Samstarv og virðing, ið eru grundað á og greinað út frá Halgubók, eru berandi hugtøk í kristnum verki. Eisini virðing fyri øðrum kirkjum og samkomum, teirra trúgv og tænastu. Amen.

Orðið: “Kappist um at veita hvør øðrum virðing.” (Rómverjabrævið 12,10).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo