Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Orð og mynd/Rodmund á Kelduni: Ì fjør sá Anton Guttesen í Sørvági eina likku við litringi á beininum í túninum hjá sær.

Likkan var ringmerkt á Pitsea ruskplássinum í Essex í Onglandi tann 16. januar 2016 og var tá minst fimm ára gomul.

Anton sá likkuna tann 21. apríl 2016 og hon var fráboðað aftur í sama umráði tann 23. apríl 2016.

24. juni 2016 vóru Anton og bróðurin Heini á útróðri nakað sunnanvert Mykineshólm, tá ið sama likka setti seg á bátin hjá teimun.

Síðan var einki sæð til likkuna, fyrr enn í morgun 23. juni 2017, tá hon aftur var at síggja í túninum hjá Anton í Sørvági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo