Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur uppá, at USA hevur fingið Grønland.
– Danmark var heilt fantastiskt. Tey góvu okkum Grønland, segði fívilin á einum veljarafundi í Georgia náttina til sunnudag, sambært Reuters.
Hann endurtók, at avtalan fer í søguna sum størsti ognarhandilin nakrantíð – møguliga næst eftir Venesuela.
Talan er tó um eina trygdar- og verjuavtalu millum Grønland, Danmark og USA, undirskrivaða 22. september í New York.
Avtalan dagførir verjuavtaluna frá 1951 og gevur USA loyvi at stovna tvær herstøðir afturat Pituffik. Hon flytur ikki yvirvaldsrættin yvir Grønlandi til USA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



