

- Eg verði handtikin týsdagin, tað skrivar fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Hann vísir til kanningarnar sum ákærumyndugleikin hevur gjørt í seinastuni. Og Donald Trump biður viðhaldsfólkini um at hjálpa sær, skrivar ritzau tíðindastovan.
Donald Trump sigur, at hann hevur fingið upplýsingarnar um at hann skal handtakast undirhonds. Og hann sigur, at ákærurnar ímóti sær eru púra uttan hald í veruleikanum.
Serfrøðingar sum hava verið frammi síðani tíðindini um útsagnirnar hjá Trump bórust siga, at neyvan verður hann handtikin, men tað er sannlíkt at hann verður skuldsettur týsdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo