

Fyrrverandi forsetin í USA Donald Trump, tosaði í kvøld við pressuna eftir rættarfundin í Washington D.C., har hann er ákærdur fyri at hava roynt at broytt valúrslitið í 2020.
– Hetta er ein sera dapur dagur fyri Amerika, sigur hann við einum regnskjóli í hondini á veg í sítt flogfar.
Trump sigur at hann verður jagstraður tí hann er leiðandi valevnið hjá republikanarunum.
– Slíkt eigur ikki at koma fyri í Amerika, sigur hann sambært norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo