Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: B36 SummarCup, Virkin Vágur og Fótbóltsskúlin við Stórá eru øll mennandi og fevnandi átøk, sum eru í uppskoti til fáa heiðurin ÍtróttaÁTAKIÐ 2021 á ÍtróttaFAGNAÐINUM tann 5. februar 2022.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2021 verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

B36 SummarCup hevur nú fleiri ár á baki, og er ein fótbóltskapping, sum sera nógvar føroyskar familjur gleða seg til. Hóast stevnan er skipað sum ein kapping, so er lagt upp til eitt sosialt og fevnandi tiltak, har góð sambond millum ymisk lið verða skapað.

Styrkin við hesum átakinum er, at ØLL kunnu luttaka – ítróttarliga er tað ein sera góð og mennandi kapping fyri luttakarnar, serliga tí at hvørt lið fær so nógvar dystir og harvið spælitíð, áðrenn liðini verða sligin út, og um hugsað verður um trivnaðin millum luttakararnar og sosialu sambondini, so er SummarCup nakað heilt serligt – sera gevandi og mennandi. Nakað, sum luttakandi børnini taka heim við og leggja afturat teirra fótbóltsminnum.

Virkin Vágur er nýhugsandi átak, sum vardi allan februar mánað. Yvirskipað snúði Virkin Vágur seg um, at sjóneykan varð sett á heilsuna hjá borgarum í Vági, og at tað er borgarin sjálvur, sum ger av, hvussu nógv verður gjørt burturúr – nøkur settu sær høg mál, meðan onnur vóru virkin 10 minuttir meira hvønn dag. Saman við Vágs Kommunu vóru ítróttafeløg og einstaklingar í Vági og Fólkaheilsuráðið um Virkin Vágur átakið.

Orsøkin til at Virkin Vágur eydnaðist so væl, var tí at alt var ókeypis, og øll kundu luttaka, bæði ung, vaksin, gomul og fólk við rørslutarni. Átakið var í høvuðsheitum bygt á ABC hugtakið um kropsliga og sálarliga heilsu, har dentur var lagdur á Ver virkin, Ver saman og Ver hugbundin, umframt at dentur var lagdur á, at heilsa og rørsla skuldi verða stuttligt, og tað skuldi vera eitt breitt úrval av rørslutilboðum.

Fótbóltsskúlin við Stórá, ið TB skipar fyri, savnar hvørt ár ungdómin úr øllum landinum til nakrar stuttligar og mennandi dagar við Stórá í Trongisvági.

Á fótbóltsskúlanum verður dentur lagdur á, at hvør einstakur leikari skal fáa avbjóðingar í mun til tað støði, sum viðkomandi er á. Á hvørjum ári verður roynt at fáa spennandi útlendskar venjarar til fótbóltsskúlan. Higartil hava tað verið venjarir frá m.a. Hollandi, Týsklandi, Onglandi og Spania.

Umframt at dentur altíð verður lagdur á, at luttakararnir fáa góða og mennandi venjing, so verður eisini stórur dentur lagdur á tað sosiala, og millum annað at hugnakvøld er fyri øllum luttakarunum við tónleiki, spølum o.a.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaÁTAKIÐ 2021 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF leygarkvøldið 5. februar kl. 20:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo