Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vakstrarforum.fo: Skulu vit skapa vøkstur og menna vælferðarsamfelagið burðardygt, krevur tað eitt meira savnað útbúgvingarverk og ein fjølbroyttari og rúmandi arbeiðsmarknað. 

Lyklaorðini í hesi frágreiðing eru førleikatørvur og førleikagagn, og tey 20 tilmælini, vit hava, eru okkara boð uppá nøkur stig á vegnum.

Málið er at møta førleikatørvinum hjá framtíðar arbeiðsmarknaðinum og búgva føroyska samfelagið til framtíðar talgilding og førleikar í 21. øld.

Málið er eisini at víðka um arbeiðsmegina og økja førleikagagnið av menniskjaliga tilfeinginum. 

Samankókað mæla vit til:

• At taka burtur lopini frá dagstovni til fólkaskúla og frá fólkaskúla til miðnám og at gera felags støðisnámsætlan við førleikamálum grundað á førleikar í 21. øld, sum fevna frá dagstovni til lokið miðnám og víðari til hægri lestur og læru. 

• At námsætlanir fevna fjølbroyttar mentanarligar áskoðanir fyri at fremja sínámillum virðing og stimbra sosialt rættvísi. 

• At breytir í 10. flokki kunnu góðkennast sum partur av yrkisútbúgving, og at EUX verður sett í verk á miðnámi innan fleiri yrkisøki. 

• At ein útbúgving sum útgangsstøði skal geva atgongd til víðari lestur og møguleika fyri framhaldandi førleikamennig.

• At skipa vaksnamannalæru, so at tað gerst meira lokkandi hjá vaksnum ófaklærdum at útbúgva seg og faklærdum við ótíðarhóskandi útbúgvingum at endurútbúgva seg.

• At samskipa útbúgvingarverkið leiðsluliga, skipa formligt samstarv á leiðslustigi millum hægri lærustovnar og gera reglur um avriksflutning millum útbúgvingar.

• At gera eitt NQF (National Qualification Framework), sum metir útbúgvingar og førleikar tvørtur um útbúgvingar- og landamørk.

• At tryggja fakligan førleika og tilfeingi í øllum útbúgvingarliðum at menna og seta í verk strategi fyri sosialum rættvísi og inklusión.

• At talgild tøkni í øllum útbúgvingarliðum verður ment sum eitt fjórða samskiftismál ájavnt munnligt mál, skriftligt mál og støddfrøðiligt mál.

• At stuðla lestrarætlanum við talgildari tøkni, sum kann lofta fjølbroytta tørvinum hjá tí einstaka lesandi, og skapa undirvísarum tíð og venjing at vinna sær neyðuga førleikan til at brúka nýggjar talgildar lestrarhættir og styrkja online og hybrid útbúgvingartilboð.

• At styrkja og samskipa gransking og skapa hægri útbúgvingarstovnum møguleika at skapa eitt granskingarumhvørvi tvørtur um virkisøki, deildir og útbúgvingar.

• At skipa ein arbeiðsmarknaðar granskingar- og eftirútbúgvingargrunn, sum stuðlar gransking av framtíðar arbeiðsmarknaðinum og menning av nýggjum førleikum og tøkni.

Les meir á Vakstrarforum.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo