Seinasta nærkanin hjá Donald Trump móti Vladimir Putin hevur fingið fleiri Trump-vinarlig valevni í nøkrum av teimum mest kritisku senat-valunum at tikið frástøðu frá linjuni.
Tað skrivar The Wall Street Journal.
Mike Rogers, sum stillar upp í Michigan, vísti sunnudagin at hann er skeptiskur um avgerðina hjá Trump um at steðga revsitiltøkunum.
- Eg haldi ikki, at vit kunnu geva Putin ein tumma, segði hann sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



