

Tað er nú greitt, at tvey valevni eru til formanssessin í Maskinmeistarafelagnum.
Teir uppstillaðu eru:
Tummas Eli Høj Joensen, sum er verandi formaður, og
Arnfinn Bech, sum starvast hjá Strandfaraskipum Landsins.
Til nevndarval eru hesir uppstillaðir:
Regin Meyer Olsen, Klaksvík
Mortan Sólheim Olsen, Klaksvík
Arnfinn Bech, Tvøroyri
Brævatkvøður
Fram til aðalfundin, sum verður í mars mánað, ber til at atkvøða við brævatkvøðu á skrivstovu felagsins á Grønlandsvegi 58.
Opið er mánadag til fríggjadag frá klokkan 9 til klokkan 13.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo