Hotel Vágar: Høvuðsumvælingin av hotellinum gongur við rúkandi ferð. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, fundarhølum og einum stórum, nýmótans køki, so merkir hetta eisini, at undanfarna innbúgvið skal finna nýtt heim.
Í tí sambandi bjóðar Hotel Vágar til túnasølu í morgin, tunnilsdagin, 24. Februar kl. 14 - 17, har ruddað verður út í spennandi, brúktum hotellutum, so sum stólum, borðum, sofum, lampum, køksútgerð og øðrum nipsi.
Prísur verður ásettur bíligt og alt eftir hvørjum standi lutirnir eru í.
Peningur frá søluni fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo