At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Fyrimunurin við, at tunlarnir higartil hava verið riknir í partafeløgum er, at leiðslan skal tryggja, at felagið verður rikið forsvarliga, og at inntøka felagsins er nóg mikið til rakstur, viðlíkahald og at svara hvørjum sítt.”

Soleiðis svarar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, í §52a fyrispurningi sum eg setti honum fyrr í mánaðinum.

Nógv orðaskifti hevur verið um tunnilsgjøldini fyri undirsjóvartunlarnar í Føroyum. Útbyggingin av samferðslukervinum millum oyggjarnar hevur verið fíggjað av brúkaragjøldum. Hesi brúkaragjøldini hava fyrst og fremst verið brúkt til at fíggja undirsjóvartunlarnar, og hetta hevur havt við sær, at teir eru væl hildnir og í sera góðum standi.

Men nú eru tað ávísar politiskar kreftir, sum ynskja at strika hesi gjøldini. Tað haldi eg ikki vera rætt at gera.

Fyri tað fyrsta, so eru tað fleiri sum í veruleikanum ikki rinda nógv meira enn nakrar fáar krónur, meðan eitt nú ferðafólk rinda fult gjald. Soleiðis eru tað í stóran mun útlendingar, og ein vaksandi ferðavinna, sum er við til at rinda tunlarnar aftur.

Harnæst er tað soleiðis, at fólk sum búgva norðanfyri Norðoyatunnilin, og vestanfyri Vágatunnilin, samanumtikið taka undir við tunnilsgjøldini, og rinda fegin eitt lítið gjald hvønn vegin, um tað merkir at tunnilin er dagførdur, og í góðum standi.

At enda er tað sera vandamikið at strika gjøldini, tí so verða útreiðslurnar fluttar yvir á fíggjarlógini – og vit vita hvat tað merkir. Hygg bara eftir landsvegunum, sum Landsverk hevur ábyrgdina av. Samlaða eftisleipið á landsvegakervinum er 375 milliónir krónur. Hetta er fyrst og fremst tí at politiska skipanin ikki dugur at raðfesta viðlíkahald og umvælingar, tí tað loysir seg betri at brúka pengarnar uppá nýggjar verkætlanir, sum kunnu skaffa atkvøður. Púra ábyrgdarleysur politikkur. Og tað er ikki ringt at ímynda sær, at skilið hevði verið tað sama, um mann valdi at koyra tunlarnar á fíggjarlógina.

Tí skulu tunnilsgjøldini fáa frið. Afturfyri fáa vit eitt væl hildið samferðslukervi, og tað er til fyrimuns fyri allar Føroyingar. Hinvegin eiga vit at raðfesta infrakervið uppaftur meira, og tryggja okkum, at tað ikki bara eru undirsjóvartunlarnir, sum eru í góðum standi.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo