At leggjast fyri er eitt luksus, sum eingin ísraeli kann loyva sær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Seinnapartin í dag fer Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, á fund við nevnd og leiðslu í P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil, har nýggj linjuføring verður løgd á borðið, millum annað við rundkoyring og sambandi út í Hest.

- Hetta er ikki eitt uppskot til nýggja linjuføring, men meira eini boð um, hvat landsstýrið ynskir, sigur Heðin Mortensen við VP, og undirstrikar, at nýggja linjuføringin verður avgerandi fyri, um tað almenna verður við í verkætlanini ella ikki.

- Eg havi sum borgarstjóri í Havn víst á, at vit ikki kunnu liva við einum tunli, ið fer framvið Hesti, tí tað ber ikki til, at vit leypa eina oyggj um, sum frammanundan er á leiðini.

Nýggja linjuføringin hevur við sær, at Sandoyartunnilin skal fáa eina rundkoyring, eins og Eysturoyartunnilin, so ein stuttur tunnil verður lagdur í Hest.

- Í Samferðslumálaráðnum hava vit gjørt metingar, ið vísa, at meirkostnaðurin fyri tunnilin út í Hest verður ikki meira enn 250 milliónir krónur, so tað verður hesa loysnina, vit hava valt, sigur Heðin Mortensen.

Sjálvur hevur hann nýliga verið úti í Hesti, og tá hitti hann hestfólk á máli um nýggju linjuføringina, ið tey vóru sera fegin um og søgdu vera tiltrongda.

- Av tí at vit nú hava funnið eina loysn, sum íbúgvarnir í Hesti góðtaka, er eingin orsøk at drála, men heldur at koyra á við fullari ferð, so nýggja leiðin kann fremjast í verki, sigur landsstýrismaðurin.

Fyri fáum døgum síðani var nýggi “Spógvin” settur í rutu millum Gomlurætt og Hest, men hann takast upp á sleipistøðina MEST í Havn í dag, tí trupulleikar eru við nøgluni.

- Talan er um eitt snareftirlit, men fyri ikki at gera ferðaumstøðurnar út í Hest verri, fer tyrlan at flúgva túrarnar av Gomlurætt út í Hest, sum “Spógvin” annars skuldi tikið sær av í dag vit skriva 1. apríl, sigur Heðin Mortensen við VP.

Sí nýggju linjuføringina - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo