Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kollafjarðartunnilin hevur verið stongdur seinastu næturnar, men kunningin frá Landsverki um hetta hevur verið bedrøvilig.

Sjálvur skuldi eg úr Havn norður eftir um 5 tíðina í morgun, og komin úr Havn til Kaldbaksbotn, var Kollafjarðartunnilin stongdur. 

Eitt vaktarfólk á staðnum segði, at stongsilin var lýstur í kunngerð í útvarpinum, men annars var eingin onnur kunning send út frá Landsverk.

​Einki skelti í Havn, Hoyvík ella Hvítanesi, sum boðaði frá, at tunnilin var stongdur. Eingin kunning á nøkrum tíðindaportali. Eingin kunning á heimasíðuni hjá Landsverki. Einki!

Tískil fer ferðslan úr Havn koyrandi allan vegin inn í Kaldbaksbotn bara fyri har at fáa kunning um, at nú slepst ikki víðari. Einki annað er tá at gera, antin at bíða, til tunnilin letur upp, ella at koyra allan vegin aftur til Havnar. og so koyra teinin eftir Oyggjarvegnum.

Sera vánalig kunning frá Landsverki, má sigast. Hetta er at halda fólk fyri gjøldur. Øll lurta ikki eftir kunngerðum í útvarpinum, so tað er vánalig umbering, at stongsilin er lýstur har.

​Eitt minimum krav má vera, at boðað verður frá slíkum á tíðindaportalunum, og at skelti vera sett upp á Ringvegnum í Havn og við rundkoyringarnar á vegnum Langa í Hoyvík og við  Eysturoyartunnilin, so bilførarar ikki vera hildnir fyri rukku og noyðast at koyra heilt inn í Kaldbaksbotn, fyri síðani at koyra retur aftur. 

Hatta eigur Landsverk at gera betri. 

Misnøgdur bilførari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo