Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Biddandi ferðandi, sum ongar pengar hava eftir á hálvari ferðini runt jørðina, eru ein plága í fleiri londum, serliga í Asia.

Fenomenið verður kallað begpackers.

Talan er oftast um hvítar, vesturlendskar turistar úr vælbjargaðum londum, sum eru á gøtuni við pappskeltum.

Í fleiri londum eru begpackarnir tiknir í at svindla. Teir siga at teirra kreditkort er stjolið og hava tí brúk fyri peningi, skrivar danska TV 2.

Aftaná ferðast teir víðari fyri pengarnar, sum fólk í góðari trúgv hava givið teimum.

- Vit hava havt fleiri tilburðir við ivingarsomum turistum, í seinastuni fleiri avstraliarum, bretum ella russarum, sum látast at vera biddarar, sigur Setyo Budiwardoyo, løgreglufólk á Bali við miðilin The Guardian.

Tí hava fleiri lond nú tikið avleiðingarnar.

Í Teilandi kunna mundugleikarnir krevja, at turistarnir skulu prógva, at teir hava nokk av peningi til at lívbjarga sær í landinum.

Verða turistar tiknir í Bali, Indonesia, skulu teir ein túr inn á sendistovuna fyri síðani at verða sendir heim.

Eisini í Hong Kong plága begpackarnir gøtumyndina, men tær harðligu demonstrasjónirnar í landinum seinastu tíðina hava steðgað trupulleikanum har, skrivar TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo