Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Norð Festivalurin: Fólkakæri bólkurin úr Aarhus verður at hoyra í Føroyum í summar.

Klassikarar sum ‘Bag Duggede Ruder’, ’Alt Hvad Hun Ville Var At Danse’, ‘Laternen‘ og ‘De Første Kærester På Månen’ eru bara ein brøkpartur av øllum risa hittunum, TV-2 hevur leverað, síðan bólkurin varð stovnaður í 1980.

Bólkurin, ið er mannaður av Steffen Brandt, Hans Erik Lerchenfel, Sven Gaul og Georg Olesen, hevur hesi seinastu fýra ára tíggju hildið saman og útgivið fleiri enn 200 sangir og 19 fløgur, umframt at hava kvitterað við fleiri platinplátum - eins og teir hava vunnið ’Ársins donsku poppútgávu’’, Ársins danska lag’ og ’Ársins danski sangskrivari’ við Steffen Brandt.

Nú koma teir til Føroyar 31. aug. 2024 - ja til Viðareiðis á Norð Festivalin, ið einans telur uml. 350 íbúgvar allar aðrar dagar á árinum. Talan verður uttan iva um eina stóra løtu undir stórsligum umstøðum, har túsundtals fólk savnast!

Norð Festivalurin verður í ár hildin 31. august 2024 á Viðareiði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo