Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ikki færri enn tvær føroyskar kirkjur fáa nú nýtt navn.

Í Vestmanna hevur kirkjuráðið samtykt, at kirkjan hereftir skal eita Vesturkirkjan.

- Okkum her norði dáma so væl, at nøvn byrja við vestur, og leingi hava vit ætlað, at kirkjan hjá okkum skal eita Vesturkirkjan. Trupulleikin er bara, at tað navnið er tikið. Men nú hava vit endiliga funnið eina loysn og fingið semju við kirkjuna í Havn sum ber sama navnið, frættist frá kirkjuráðnum í Vestmanna.

Og tað váttar kirkjuráðið í Vesturkirkjuni, sum nú verður Frælsiskirkjan.

- Sætt at siga, hevur tað leingi ligið í luftini, men vit hava bara ikki torað at tikið stigið. Kirkjan liggur við Frælsið, so tað er so upplagt. So er tað eisini tað, at síðani standmyndin av Sigmundi Brestisson kom at standa frammanfyri kirkjuna hjá okkum, so hava fólk tutlað í krókunum um, hvørt tað er rætt at hann stendur har. Gott nokk kristnaði hann Føroyar, men hann var jú eisini fyrsti sambandsmaður í Føroyum. Vit halda at nýggja navnið vigar upp ímóti hesum kritikkinum, og vit halda, at navnið hóskar væl, frættist frá kirkjuráðnum í Havn.

Nýggju nøvnini fáa gildi longu í dag, 1. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo