Í dag høvdu Anna Hansdóttir og Sólbjørg Egholm báðar 20 ára starvsdag. Báðar starvast sum familjuráðgevarar í Familjuráðgevingini.
Í hesum sambandi høvdu starvsfelagarnir skipað fyri morgunmati í Posthúskjallaranum í morgun, og borgarstjórin kom á gátt at siga nøkur orð og at handa blómur.
Annika Olsen, borgarstjóri, segði, at 20 ár er eitt langt tíðarskeið at virka fyri sama arbeiðsgevara og kundi bent á, at tær hava trivist í starvinum.
- Men ikki minst eru tær ein fongur fyri kommununa, tí trúføst starvsfólk sum tær við so mongum og drúgvum royndum hanga ikki á trøunum.
- Eg fari tí at takka tykkum hjartaliga fyri trúfasta tænastu og ynskja tykkum eina góða byrjan á næstu 20 árini, segði Annika Olsen borgarstjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo