Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Journalistarnir báðir á FM1/midlar.fo fingu í gjár boð um, at teir eru uppsagdir.

Tað váttar annar av teimum fyri VP.

Sum VP skilir hevur ein meiriluti í nevndini hjá FM1, Jonhard Hammer, Eirikur Lindenskov og Durita Adela gjørt av, at "vegna umstruktureringar av arbeiðsgongdini, har ein nýggj virkisætlan skal gerast fyri FM1, síggja vit okkum noydd at siga tvey tíðindafólk úr starvi...." (sitat slutt).

Stjórin í FM1, Petur Zachariassen, fekk eitt ultimatum frá meirilutanum (Miðlahúsinum), sum stendur til at eiga helvtina av FM1, at segði hann ikki journalistarnar upp í gjár, so varð hann uppsagdur.

Jonhard Hammer hevði innkallað til eyka nevndarfund týsdagin, tá tveir av eigarunum, Háldan Haldansen og Rúni Djurhuus, vóru uttanlands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo