At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

MRCC: Um 7-tíðina í morgun sendi Kambur neyðarkall. Skipið hevði fingið nógva slagsíðu, og ætlanin var at fara í bátarnar.

Skip á leiðini settu beinanvegin kósina á staðið har Kambur var staddur. MRCC sendi MayDay Relay fyri at kunna um støðuna. Boð vóru send til Brimil og tyrluna og onnur skip í økinum. Men støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni.

Tyrlan fekk tikið 13 menn av skipssíðuni og flutti teir til Suðuroyar Sjúkrahús og fór so útaftur til neyðstadda skipið. Ein maður afturat bleiv tikin av og fluttur til lands.

Manningin taldi 16 í alt, so tveir menn eru saknaðir.

Leiting eftir teimum saknaðu verður nú sett í gongd, og Brimil samskipar leitingina. Umstøðurnar eru vánaligar á staðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo