

Tveir iranskir tannáringar eru dømdir til deyðis og skulu heingjast eftir at hava luttikið í mótmælunum móti stýrinum í Iran.
Hetta skrivar mannarættindabólkurin "Iran Human Rights", sum heldur til í norska høvuðsstaðnum Oslo.
Annar av ungu mótmælismonnunum, hin 18-ára gamli Mehdi Mohammadifard er dømdur til deyðis fyri "mutur móti jørðini" og "fíggindaskap móti Gudi" eftir at hava sett eld á eina av vaktarsmáttunum hjá løgregluni.
19-ára gamli Mohammad Boroghani er dømdur til deyðis fyri "fíggindaskap móti Gudi" eftir at hava sært ein løgreglumann við knívi og sett eld á skrivstovuna hjá einum guvernøri, skrivar nrk.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo