

Tvey útlendsk ferðafólk eru komin illa fyri í føroysku fjøllunum hesa vikuna.
Ein kvinna sum mánadagin var og gekk á Trøllanesi datt og breyt armin. Hon varð flutt til Syðradals og síðani førd við Ziska til Klaksvíkar.
Og seinni sama dag var ein kvinna sum var og gekk nærhendis Bøsdalafossi í Vágum so óheppin at detta og bróta beinið. Hon varð flutt við tyrluni á Landssjúkrahúsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo