

Talan er um slagið "Storm Shadow", sum sambært framleiðaranum hevur eitt skotmál á yvir 250 kilometrar, skrivar BBC sambært DR.
Til samanberingar so hevur amerikanska Himars-missilið eitt skotmál á umleið 80 kilometrar, sambært BBC.
- Hetta fer at hjálpa Ukraina at reka russar út úr landinum, segði bretski verjumálaráðharrin Ben Wallace fyri løtu síðani í parlamentinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo