![Flogvollur russland](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/6/csm_flogvollur_russland_a9a17d6652.jpg)
![Flogvollur russland](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/6/csm_flogvollur_russland_a9a17d6652.jpg)
Spreingingar á tveimum flogstøðum langt inni í Russlandi benda á, at Ukraina er farið í mótálop. Spreingingarnar henda yvir 600 kilometrar inni í Russlandi frá markinum ímillum Ukraina og Russland.
Keldur siga, at á báðum flogstøðum vóru russisk bumbuflogfør í holtur við at gera seg klár til at fara á flog, sannlíkt við bumbum sum skuldu tveitast yvir Ukraina. Tað fyrra álopið hendi gjáramorgunin og í morgun var aftur eitt líknandi álop.
Ukraina hevur ikki tikið ábyrgd av álopunum á Russland, men sambært New York Times, sum hevur tosað við embætisfólk í Ukraina so hevði Ukraina ein leiklut í álopunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo