Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini sæst eitt russiskt MiG-31K stríðsflogfar við eini Kinzjal rakett undir búkinum. Rakettin er ein av stoltleikunum hjá russiska herinum, tí hon skal vera nærum ógjørlig at fáa bilbugt við.

Kinzjal rakettin er hypersonisk, tað vil siga, at hon flýgur skjótari enn ljóðið ferðast. Í veruleikanum nærum 10 ferðir skjótari, og hon skal raka mál sjálvt djúpt undir jørð. Russar hava sjálvir sagt, at hon er eitt tað sterkasta vápnið sum landið nakrantíð hevur ment. Men í nátt gjørdi ein amerikansk patriot rakett kortini enda á henni, sambært ukrainska verjumálaráðnum.

- Hetta er ein søgulig hending, og eg ynski øllum ukrainum tillukku, skrivar ovastin fyri ukrainska flogvápnið, Mykola Olestsjuk á sosiala miðlinum Telegram.

Sambært honum var rakettin skotin niður yvir landslutinum har sum ukrainski høvuðsstað Kyiv er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo