Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Ein framskriving av fólkatalinum í Føroyum vísir, at talið av eldri fólki veksur lutfalsliga skjótari, enn talið av fólki í arbeiðsførum aldri. Gongdin í fólkatalinum fer serliga at økja um almennu útreiðslurnar til fólkapensjón og heilsu- og røktartænastur til eldri fólk. Megna almennu inntøkurnar ikki at fylgja við almennu útreiðslunum, standa Føroyar fyri eini haldførisavbjóðing.  

Í 1988, tá ið Føroyar yvirtóku almannamál og harvið útreiðslurnar til fólkapensjón, livdi vanligi føroyingurin í miðal 15 ár, tá hann var farin upp um pensjónsaldurin 67. Síðani tá er livialdurin øktur við 4 árum, og føroyingar liva í dag í miðal 19 ár sum pensjónistar. Pensjónsaldurin er ikki øktur síðani 1988, hóast livialdurin er øktur við 4 árum hetta tíðarskeiðið.

Í 1988 vóru 6,5 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, meðan vit í dag eru 4 fólk fyri hvønn pensjónist. Um 40 ár verða vit einans 2 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, sí mynd 1. Við øðrum orðum verður tað í framtíðini ikki javnvág millum talið av forsyrgjarum og teimum, sum skulu forsyrgjast. Avleiðingin av hesum er, at almennu inntøkurnar ikki fara at kunna fíggja almennu útreiðslurnar, um verandi tænastustøði á vælferðarøkinum við vaksandi talinum av eldri fólki skal kunna bjóðast í framtíðini.

Ein neyðugur liður í eini roynd at møta haldførisavbjóðingini er at hækka pensjónsaldurin, men hetta er ikki nóg mikið til at loysa haldføristrupulleikan; almennu inntøkurnar noyðast at svara til almennu útreiðslurnar í framtíðini. Sæð í ljósinum av hesi veksandi haldførisavbjóðing, eiga avlopini á fíggjarlógini at vera so mikið stór, at tað er peningur at seta til síðis til veksandi útreiðslurnar og til at fremja íløgur í eitt nú bygging av bústaðareindum longu í dag, sum eitt nú kann effektivisera raksturin á eldraøkinum.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo