Hagstovan: Tað var um hálvan mars í fjør, at Føroyar fóru niður í ferð. Í mun til hendan mánaðin í fjør vaks gistitalið við 110%. Hinvegin minkaðu gistingarnar 3,7% samanborið mars í 2019.
Í mars vóru tilsamans gott 9.500 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru gott 5.000 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Í mun til í fjør var vøksturin í her 124%, meðan hann var 31% uttan fyri Tórshavnarøkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo