Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe
Onnur tíðindi

Klokkan 10:00 var lágtrýstið, sum fer at geva okkum tann nógva vindin mikudagin, statt út fyri New York í USA. Tað sær ikki serliga ógvulsigt út, og tað er tað heldur ikki. Lufttrýstið í miðjuni eru 1003 hPa, og rundan um tað hvassur vindur. Fylgissveinamynd av Windy

Veðurstovan: Í forsøgnum, sum eru 2-3 dagar fram, er altíð nakað av óvissu, men meiri enn tað er, at lágtrýstið við hesum ringa veðrinum fer í millum Føroyar og Ísland. Tað skal bert lítil broyting í gongdini til at broyta veðrið hjá okkum – bæði til tað betra og verra.

Taka vit fyrst eitt lítið sindur um sjálvt lágtrýstið, so fer tað vera statt einar 300 fjórðingar beint sunnan fyri Flemish Cape. Trýstið er tá komið niður í 992 hPa, og vindferðin sunnan fyri miðjuna, har mesti vindurin er, skrið ella stormur. Í morgin gongur leiðin ímóti Íslandi, meðan trýstið fellur 20 hPa, niður í 972 hPa. Mesti vindurin er tá í landsynning úr miðjuni, og hann er stormur.

Tað er mikudagin, at vit fara at merkja vindin og regnið av hesum lágtrýsti í Føroyum. Tað fyrsta teknið, at lágtrýstið nærkast, er at ættin gongur niður í sunnan mikunáttina, og fram ímóti uppfaringartíð er vindurin vaksin upp í hvassan vind – t.e. 15 m/s – samdrigið og regn.

Fyrrapartin mikudagin veksur vindurin upp í skrið, 18 m/s, og tað regnar illa alla tíðina. Út á seinnapartin veksur vindurin upp ímóti stormi, 22 m/s, ættin fer eitt sindur vesturum, meðan samregnið heldur uppat. Um kvøldið er skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, samdrigið og ælaveður. 

Hetta er ringasta løtan.

Hósnáttina minkar vindurin, og tá ið komið er til middags hósdagin, er hann komin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, meðan tað er hálvskýggjað og ælaveður. 

Illveðrið er av á hesum sinni.

Klokkan 10:00 var lágtrýstið, sum fer at geva okkum tann nógva vindin mikudagin, statt út fyri New York í USA. Tað sær ikki serliga ógvulsigt út, og tað er tað heldur ikki. Lufttrýstið í miðjuni eru 1003 hPa, og rundan um tað hvassur vindur. Fylgissveinamynd av Windy

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #