Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna og Umhvørvismálaráðið ikki hava viðgjørt broytingar í byggisamtyktini fyri Velbastað á nøktandi hátt. Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommuna eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og gav eisini Umhvørvismálaráðnum eina átalu fyri viðgerðina og mælti ráðnum til at taka málið uppaftur.

Klagan snúði seg um tvær broytingar í byggisamtyktini fyri Velbastað. Tann eina broytingin var viðvíkjandi parti av einum matrikli, sum var broytt frá K-landbúnaðarøki til B-sethúsaøki, og hevði samband við eina ætlan at útstykkja 11 grundstykkir til sethús. Hin broytingin var viðvíkjandi parti av einum matrikli, sum varð broytt frá H-frílendi til B-sethúsaøki, og sum hevði samband við, at nýggjur festari vildi byggja sethús, har sum virksemið hjá festinum var.

Umboðsmaðurin hevði ikki viðmerkingar til viðgerðina av fyrru broytingini.

Seinna broytingin byrjaði sum eitt mál, sum fekk neiliga viðgerð í umsitingini. Umsitingin metti, at býarskipanarligt grundarlag var ikki fyri at broyta byggisamtyktina fyri  hendan  matrikul, og at einstakur borgari, við tilvísing til støðuna sum festari, fekk framíhjárættindi til at velja sær út ávíst grundøki, hóast staðsetingin ikki var ein fyritreyt fyri raksturin av festinum. Umsitingin avgjørdi tí fyribils ikki at leggja málið fyri politiska myndugleikan.

Málið varð tó stutt eftir sett fram á býráðsfundi av formanninum í Byggi- og  býarskipanarnevndini sum broytingaruppskot til málið um fyrru broytingina, sum dagin fyri varð viðgjørt í Byggi- og býarskipanarnevndini. Á hendan hátt komu báðar broytingarnar í  sama mál og blivu hereftir viðgjørdar saman uttan nakra skrivliga fyrireiking ella málslýsing av seinnu broytingini.

Ongar skrivligar upplýsingar vóru um, hví formaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndini vildi fremja málið, sum tað sambært umsitingini ikki var býarskipanarligt grundarlag fyri.

Málsviðgerðin hjá Tórshavnar kommunu
Samanumtikið helt umboðsmaðurin, at handfaringin hjá Tórshavnar kommunu av málinum um seinnu broytingina var sera ivasom. Kommunan hevði ikki upplýst málið nøktandi, ikki gjørt notat frá týðandi stigum í málinum og ikki svarað mótmælinum viðv. broytingini.

Viðgerðin var heldur ikki samsvarandi reglunum í Kommunustýrislógini og Kommunustýrisskipanini hjá Tórshavnar kommunu um, hvussu mál verða løgd fyri býráðið til avgerðar. 

Sum málið var lýst, kundi umboðsmaðurin ikki útihýsa, at ósaklig atlit vóru orsøk til broytingaruppskotið.

Umboðsmaðurin gav tí Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum.

Av tí at umboðsmaðurin helt talan vera um, at álvarslig mistøk vóru framd í hesum máli, kunnaði hann, sambært § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, formansskapin í Løgtinginum, løgmann, landsstýrismannin í Kommunumálum og landsstýrismanninum í Umhvørvismálum  um málið.

Málsviðgerðin hjá Umhvørvismálaráðnum
Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum er sambært lógini um býarskipanir og byggisamtyktir  góðkenningarmyndugleiki í sambandi við ger og broyting av byggisamtyktum hjá kommununum. Sum góðkenningarmyndugleiki fremur ráðið saman við Býarskipanarnevnd landsins eitt rættargildiseftirlit, sum skal tryggja, at kommunan hevur framt broytingina á rættan hátt.

Umboðsmaðurin helt, at Umhvørvismálaráðið hevði góðkent seinnu broytingina uttan at tryggja sær, at málið var nøktandi upplýst og uttan at tryggja sær, at mótmæli klagarans viðvíkjandi hesi broyting var svarað. Umboðsmaðurin gav tí Umhvørvismálaráðnum eina átalu fyri viðgerðina av málinum og mælti Umhvørvismálaráðnum til at taka málið uppaftur. (LUM 22/10345)

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo