Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umhvørvisstovan: Elfelagið SEV hevur í nøkur ár gjørt royndir við at framleiða el úr sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Talan er um ein dreka, sum ferðast uppi í sjónum. Hesin drekin hevur ein framleiðslumátt upp á 100 kW.

SEV ætlar nú at seta ein nýggjan og væl størri dreka út í Vestmannasund. Nýggi drekin er 9,8 m langur, hevur eitt veingjabreiði upp á 12 m og vigar 28 tons. Framleiðslumátturin er 1.200 kW, og metta framleiðslan verður millum 3 og 3,5 MWt av elorku um árið.

Drekin verður settur út á 70-100 m dýpi, og ferðast í eini áttatalsbreyt á einum dýpi millum 35-65 metrar við eini ferð upp á 6-10 m/s. Økið, sum drekin ferðast á, er uml. 55 ferðir 110 metrar.

Í hesum sambandi hevur SEV gjørt eina lýsing av ætlanini og eina meting av, hvørji árin ætlanin kann hava á sjófugl, fisk, havsúgdjór og fiskiskap í Vestmannasundi. 

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningurin hoyrast. Almenn lýsing er her.

Freistin at gera viðmerkingar til árinsmetingina er seks vikur. Møguligar viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, Postboks 2048, 165 Argir, og skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. apríl 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo